Borgarstjórin í Vestmanna leggur frá sær

Borgarstjórin í Vestmanna leggur frá sær
Pauli Trond Petersen verður sitandi sum bygdaráðslimur, men stillar ikki uppaftur, hvørki til kommunuval ella løgtingsval
Pauli Trond Petersen leggur frá sær sum borgarstjóri í Vestmanna
 
30.08.2022 - 12:53

Borgarstjórin í Vestmanna, Pauli Trond Petersen, leggur frá sær. 

Tað boðar kommunan frá í soljóðandi skrivi í dag:

"Vestmanna Kommuna váttar at Pauli Trond Petersen hevur sent skriv til Bygdarráðið við umbøn um at vera loystir úr starvi sum borgarstjóri. Bygdarráðið fer í næstum at viðgera skrivið frá Paula Trond Petersen."

Hoyr samrøðu við Paula Trond Petersen í útvarpstíðindunum:

 

30082022_Pauli_Trond_til_net

 

Pauli Trond Hansen sigur, at hann heldur fram sum vanligur bygdarráðslimur valskeiðið út, og stillar síðani ikki uppaftur. Hann ætlar heldur ikki at stilla upp til løgtingsval. 

Bjørg á Rógvi, varaborgarstjóri, hevur verið borgarstjóri, meðan Pauli Trond Petersen hevur verið í farloyvi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216