Heimafriður: Landsstýrismaðurin má fara upp í málið um larm frá skipum

Heimafriður: Landsstýrismaðurin má fara upp í málið um larm frá skipum
Støðan er einki batnað, síðani kommunurnar fóru undir nýggju skipanina við markvirðum, sigur felagið
Tað eru ikki allar kommunurnar, ið taka trupulleikan við larmi í eins stórum álvara. Serliga er støðan ring á Oyrareingjum í løtuni, sigur Heimafriður. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
29.08.2022 - 13:45

- Tá ræður um óljóð frá skipum, er støðan einki batnað, síðani kommunurnar fóru undir nýggju skipanina við markvirðum fyri larm.

Tað sigur Trina Eysturoy, forkvinna í felagnum Heimafriði.

1. januar kom kommunala reglugerðin í gildi, sum krevur, at eitt markvirði fyri larm skal vera á kaiøkinum. 

 

Trina Eysturoy er forkvinna í Heimafriði.

 

Sambært Trinu Eysturoy, var kommunala reglugerðin trumfað ígjøgnum, tí kommunurnar stúrdu fyri at missa tamarhaldið og sjálvræðisrættin, tá ið táverandi landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum upprunaliga ætlaði at seta kunngerð í gildi fyri at basa óljóðinum.

Landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum eigur at fara upp í málið, heldur Trina Eysturoy.

Hoyr innslag í útvarpstíðindum:

 

29082022_Trina_Eysturoy_til_net

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216