15.000 kr. í sekt fyri at sigla á Flesjarnar

15.000 kr. í sekt fyri at sigla á Flesjarnar
Skiparin á Eivindi tók av sektaruppskotinum
Eivind sigldi á Flesjarnar 2. august í fjør. Skiparin hevur tikið við einum sektaruppskoti upp á 15.000 kr.
 
29.08.2022 - 09:11

Skiparin á línuskipinum Eivindi fekk 15.000 kr. í sekt fyri at sigla á Flesjarnar 2.august í fjør.

Hann tók av sektaruppskotinum, sum hann fekk frá ákæruvaldinum.

Hann var ákærdur fyri ikki at tryggja sær, at hildin var dygg vakt á brúnni, millum annað vóru øll tól og amboð á brúnni ikki brúkt til kaghaldið.

 

Elektroniska sjókortið ikki dagført

Hann var eisini ákærdur fyri ikki at hava lagt ferðina til rættis, áðrenn farið var úr Havn, og elektroniska sjókortið var ikki dagført.

Skiparin tryggjaði sær ikki, at siglt var samsvarandi góðum sjómansskapi, tí hann metti skeivt um frástøðuna til Flesjarnar.

Niðurstøðan í ákæruritinum er, at fullfíggjað meting um støðuna og vandan fyri at stranda var ikki gjørd.

Skiparin var ákærdur fyri brot á vaktarhaldskunngerðina og lógina um trygd á sjónum.

Sambært ákæruritinum var Eivind ikki var mannaður við minstu manning sambært manningarskjalinum.

Sjóvinnustýrið bað ákæruvaldið um at ákæra skiparan. 

 

Sjóvinnustýrið fer eisini at mæla ákæruvaldinum til at ákæra skiparan á trolaranum Vesturbúgvanum.

 

 

Skiparin á Vesturbúgvanum skal eisini ákærast

Sjóvinnustýrið fer eisini at mæla ákæruvaldinum til at ákæra skiparan á trolaranum Vesturbúgvanum fyri brot á millum annað vaktarhaldskunngerðina.

Vesturbúgvin sigldi á Eysturbúgvan, sum sakk.

Sjóvinnustýrið kannar eisini lutin hjá skiparanum á Eysturbúgvanum.

Sambært niðurstøðani hjá donsku skaðanevndini, Den Maritime Havarikommission, sum kannaði óhappið, varnaðist skiparin á Eysturbúgvanum ikki vandan, fyrr enn ov seint var.

Millum annað er útsýnið av brúnni ikki gott. Og skiparin var upptikin av trolinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. mai
LEITISSTEIN 28.05.2024
175754
Týsdag 28. mai
Mono: Jóhann G. Jóhansson (4:5)
175720
Týsdag 28. mai
Breddin: Støðan í verkfallinum
175705
Týsdag 28. mai
Morgunlestur týsdagur 28. mai 2024
175633
Mánadag 27. mai
Norðurljóð 27.mai 2024
175665
Nýggjastu sendingar í SV