Koppingarevni fyri apukoppar tøkt

Koppingarevni fyri apukoppar tøkt
Apoteksverkið hevur avtalu við danska Serumstovnin um at fáa koppingarevni, um tørvur verður á tí
Hjalti Gunnarstein er landsapotekari.
 
27.07.2022 - 11:13

- Koppingarevni fyri apukoppar er tøkt, um vit fáa tørv á tí.

Tað sigur Hjalti Gunnarstein, landsapotekari, við útvarpið, nú ES-nevndin hevur góðkent, at Bavarian Nordics-koppingarevnið fyri koppar eisini kann brúkast til at koppseta fyri apukoppar.

Apoteksverkið hevur avtalað við danska Serumstovnin, at koppingarevnið verður sent til Føroya, um tørvur verður á tí.

- Brúk verður fyri koppingarevninum, um apukoppar verða staðfestir í Føroyum, leggur Hjalti Gunnarstein aftrat.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. mai
Morgunlestur fríggjadagur 24. mai 2024
175332
Hósdag 23. mai
RagnarRokk 23.mai 2023
174510
Hósdag 23. mai
RagnarRokk: Mark Tornillo um Humanoid
174509
Hósdag 23. mai
Jazzofonin - Ron Carter
175494
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175403
Týsdag 21. mai
Veðrið
175373
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066