Havstein Klein heldur ólavsøkuprædikuna

Havstein Klein heldur ólavsøkuprædikuna
Sóknarpresturin í Sandoy, ið varð liðugur at lesa guðfrøði í 2007, heldur í ár prædikuna í Dómkirkjuni
 
02.07.2022 - 16:53

Tað verður Havstein Klein, sóknarprestur í Sandoy, sum fer at halda prædikuna í Havnar kirkju ólavsøkudag, tá ið løgtingsfólk, landsstýrisfólk, prestar og embætisfólk ganga skrúgongu og fara í kirku, áðrenn Løgtingið verður sett.

Tað er tann elsti av teimum yngru prestunum í embæti í føroysku fólkakirkjuni, sum ikki fyrr hevur prædikað á ólavsøku, ið prædikar í Dómkirkjuni ólavsøkudag.

Ikki færri enn tíggju sóknarprestar standa í røðini at prædika á fyrsta sinni ólavsøkudag. Elstur av teimum við atliti til starvsaldurin er Havstein Klein, sóknarprestur í Sandoy.

Havstein Klein varð liðugur at lesa guðfrøði í Norra í 2007, og hann varð innsettur sum prestur í føroysku fólkakirkjuni í januar 2014.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860
Hósdag 9. mai
Føroyar - Norðurmakadonia (34-27)
174843
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774