Heimafriður: Russisk skip órógva mest

Heimafriður: Russisk skip órógva mest
Meira enn helmingurin av klagunum, sum Heimafriður hevur fingið, er um russisk skip
Flestu klagurnar, sum Heimafriður hevur fingið, er um larm frá russiskum skipum.
 
24.05.2022 - 14:16

Russisk skip órógva mest heimafriðin hjá fólki.

Tað sigur felagið Heimafriður í tíðindaskrivi í dag.

Av teimum klagum, ið Heimafriður hevur fingið um óljóð, stava meira enn helmingurin frá russiskum skipum. 

Heimafriður hevur savnað klagur í eitt ár, og kanningin er gjørd fyri at fáa eina mynd av, hvat slag av skipum ella virksemi er orsøkin til flestu ampar fyri fólk, sum búgva nærindis føroyskum havnum.

 

Bara prógvað ljóðmáting tikin við

Fyri at tryggja, at hald er í klagunum frá kæraranum, hevur felagið bert tikið tær klagur við, har prógvað ljóðmáting eftir fortreytunum hevur víst, at larmurin var ov nógvur.

55 prosent av klagunum eru um óljóð frá russiskum skipum, 14 prosent frá føroyskum og tey síðstu 31 prosentini frá skipum undir øðrum flaggi.

Meira verður at frætta um málið í tíðindasendingum seinni í dag. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216