Nógv heiðursmerkir til Føroyar

Nógv heiðursmerkir til Føroyar
Trý heimsmeistaraheiti til føroyskar rógvarar, ið hava kappast í heimsmeistarskapinum í inniróðri um vikuskiftið
 
26.02.2022 - 13:45

Tað gjørdist til trý gullheiðursmerki og eitt bronsu, tá ið føroyskir rógvarar kappaðust til heimsmeistaraskapi í inniróðri um vikuskiftið. 

Fyrra umfar av heimsmeistaraskapi í inniróðri var í gjár.

Vár Gurirardóttir Hansen vann sítt fyrsta heimsmeistaraheiti í inniróðri á teininum, 500m.
Vár byrjaði væl og førdi við millum 5 og 7 metrum allan teinin og endaði við tíðini 01:30.7

Sarita Kristian Hansen megnaði at endurvinna síni heimsmeistaraheiti á bæði 500m og á 2000m.

Mattias Durhuss fekk eitt flott triðja pláss á sínum 2000m teini.

Heimsmeistaraskapið skuldi vera í Týsklandi, men orsakað av koronu verður kappingin hildin talgilt. Føroysku rógvararnir rógva í høllini á Læraraskúlanum í Havn.

Fríggjadagin 25/02

Bólkur                             Navn Nr.         Tíð                   Metrar    
U19 W - 500M Mira Winther Klit 7 01:41.7 500
U19 M - 500M Mattias Durhuus 7 01:21.7 500
U23 W - 500M Vár Guriardóttir Hansen 1 01:30.7 500
U23 LW - 500M Zoe Dickson 4 01:42.7 500
LW 30 - 500M Sarita Kristina Hansen 1 01:39.3 500
LM 30 - 500M Bergur Robert Dam Jensen                   4 01:25.4 500

 

Leygardagin 26/02

Bólkur                             Navn                                                       Nr.         Tíð                 Metrar     
U19 M - 2000M Mattias Durhuus 3 06:17.1 2000
U23 LW - 2000M Zoe Dickson 7 07:36.7 2000
U23 W - 2000M Vár Guriardóttir Hansen 5 07:23.5 2000
LM 30 - 2000M Bergur Robert Dam Jensen 4 06:39.8 2000
LW 30 - 2000M Sarita Kristina Hansen 1 07:23.8 2000
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216