Korona: Privatar fyritøkur kannaðu fyri 96 mió. kr

bannari
Korona: Privatar fyritøkur kannaðu fyri 96 mió. kr
Høgni Hoydal, løgtingsmaður, heldur, at Starvsstovan og heilsuverkið áttu at fingið størri part, men landsstýrismaðurin sigur, at politiskur vilji var at taka privatar við
Privatar fyritøkur hava gjørt koronukanningar fyri 96 mió. kr.
 
03.02.2022 - 08:40

Lutfallið er púra skeivt, tá landsstýrið hevur keypt koronukanningar fyri 96 milliónir krónur frá privatum fyritøkum. 

Tað sigur Høgni Hoydal, løgtingsmaður, sum heldur, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan og heilsuverkið átti at fingið munandi størri part av pengunum:

 

1506652

 

Høgni Hoydal, løgtingsmaður. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Tá munnligir fyrispurningar vóru á skránni í løgtinginum í gjár, vildi Høgni Hoydal hava landsstýrismannin í heilsumálum at svara, hvussu nógvir pengar eru farnir til privatar fyritøkur. Tingmaðurin vildi vera við, at onki lutfall og ongin politisk ætlan hevur verið fyri, hvussu peningurin er brúktur. 

Kaj Leo Holm Johannesen svaraði, at tað var ein politiskur vilji at taka privatar fyritøkur við, tá talið av koronukanningum øktist munandi:

 

1506653

 

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418
Týsdag 30. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174398
Sunnudag 28. apríl
Andakt við Jóhan Peturi Johannesen
174283