Trý valevni til tveir nevndarsessir

Trý valevni til tveir nevndarsessir
Pedagogfelagið hevur aðalfund 5. mars
 
02.02.2022 - 10:50

Liminir hjá Føroya Pedagogfelag skulu velja millum trý valevni til tveir nevndarsessir, tá nevndarval verður á aðalfundinum 5. mars. 

Tey trý, sum stilla upp til nevndina, eru Gunnvá Akraberg Hansen, Harald Joensen og Valborg Hammer. Gunnvá Akraberg Hansen og Harald Joensen sita í nevndini. 

Teir limir, sum fáa flestar atkvøður, verða valdir, og nummar trý verður tiltakslimur.

 

Vald uttan atkvøðugreiðslu

Tveir ráðslimir til hjálparfólkaráðið skulu eisini veljast, men har eru bert tvey valevni, sum hava bjóðað seg fram. Tey verða tí vald uttan atkvøðugreiðslu. Tey eru Hansine Brandt og Oda Dalfoss.

Eitt nýtt námsfrøðingaráð skal eisini veljast, ið telur fimm ráðslimir. 

Tá freistin at stilla upp var farin, høvdu bara fýra bjóðað seg fram. Tey eru Anja Haldansen, Gunn Maritudóttir, Krista Hvannastein og Tina Tórarenni.

Trý tey fyrst valdu verða vald í trý ár, tann fjórða verður vald fyri tvey ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. mai
Vestmenningur í Havn (2:2)
175476
Hósdag 23. mai
Vestmenningur í Havn (1:2)
175475
Hósdag 23. mai
Góðan morgun Føroyar
175465
Hósdag 23. mai
Morgunlestur hósdagur 23. mai 2024
175331
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175403
Týsdag 21. mai
Veðrið
175373
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066