VIDEO: TROM á trappuni

VIDEO: TROM á trappuni
Nú sæst fyrsti brellbitin við livandi myndum av føroysku krimirøðina TROM á internetinum. Røðin verður at síggja á Viaplay 13. februar
Ulrich Thomsen spælir høvuðsleiklutin sum Hannis Martisson í TROM
 
24.01.2022 - 11:02

Nú byrjar av álvara at nærkast til føroyska krimirøðin TROM, sum er fyrsta sjónvarpsrøðin, ið er upptikin í Føroyum, verður víst á Viaplay. 

TROM, sum Tórfinnur Jákupsson hevur skrivað, byggir á krimibøkurnar hjá Jógvani Isaksen.

TROM verður tøk á Viaplay 13. februar, og í hesum sambandi hevur Viaplay nú slept fyrsta brellbitanum við livandi myndum. 

TROM, brellbiti

Frítekst tagging: 

 

Ulrich Thomsen høvuðsleikari

TROM snýr seg um Hannis Martinsson, sum kemur aftur til Føroya, tí ein kvinna, ið sigur seg vera dóttir hansara, heldur seg vera í lívsvanda.

TROM er í seks pørtum, sum allir eru upptiknir í Føroyum.

Ulrich Thomsen hevur høvuðsleiklutin sum Hannis Martinsson, meðan Maria Rich og Olaf Johannessen mannað hinar stórur leiklutirnar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216