Rørdur Olaf: "Hetta er størsti heiður, eg havi fingið"

Rørdur Olaf: "Hetta er størsti heiður, eg havi fingið"
"Eg skal byrja við at ávara, at tað kunnu koma tár," segði ein Olaf Johannessen, tá hann takkaði fyri Mentanarvirðisløn landsins 2021
Olaf Johannessen var rørdur, tá hann fekk handað Mentanarvirðisløn landsins 2021
Mynd: Bjartur Vest  
 
19.01.2022 - 20:18

Olaf Johannessen hevur fingið nógvar heiðurslønir millum ár og dag, og hann er millum mest róstu sjónleikarar í Kongaríkinum. 

Men tað var eyðsæð, at hevði nógv at siga fyri Olaf Johannessen at fáa Mentanarvirðisløn landsins 2021. 

Og Olaf sendi eisini foreldrunum, Tove Jakobsen og Eyðun Johannessen, ið bæði vóru sjónleikarar, eina kvøðu. 

"Góði Eyðun - ella Babba. Eg vil gjarna takka tær og mammu fyri kærleikan, ið tit góvu mær til leiklistina," segði Olaf, meðan hann bardist við tárini. 

Føroya fremsti sjónleikari vísti eisini á, at tað einasta, ið hansara foreldur høvdu ynskt sær, var eitt yrkisleikhús.

 

Ræður um at vera til reiðar

Røðan hjá Olafi Johannessen var sterk, og hann siteraði bæði William Heinesen og Hamlet. 

"Hamlet sigur eitt stað," segði Olaf Johannessen, "at ikki fellur ein spurvur til jarðar uttan at forsjónin er við, um tað er nú, so verður tað ikki seinni. Verður tað ikki seinni, so verður tað nú. Og verður tað ikki nú, so verður tað einaferð. Tað ræður altíð um at vera til reiðar," segði Olaf Johannesen. 

Eisini sendi Olaf Johannessen sínari maka, Maritu Dalsgaard, og børnum, og sínum starvsfeløgum innan yrkisleiklistina í Føroyum, eina tøkk. 

"Hetta er størsti heiður, eg havi fingið."

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. mai
Mono: Axel Einarsson (5:5)
175796
Mikudag 29. mai
Skratsj tann 29. mai 2024
175791
Mikudag 29. mai
Morgunlestur mikudagur 29. mai 2024
175635
Mikudag 29. mai
LEITISSTEIN 28.05.2024
175754
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 30. mai
Patursson - teknmálstulkað
175800
Mikudag 29. mai
Foytar verkfalsgreyðir
175768
Mikudag 29. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175764
Týsdag 28. mai
Veðrið
175741