Rói avloysir Joan í Demokratia

Rói avloysir Joan í Demokratia
Politisku flokkarnir, Kommunufelagið, Kvinnufelagssamskipanin og Javnstøðunevndin manna Demokratia
Rói B. Poulsen er nýggjur nevndarlimur í Demokratia
 
12.01.2022 - 14:09

Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum, hevur valt nýtt umboð í Demokratia. 

Tað er Rói B. Poulsen, sum avloysir Joan Samuelsen sum umboð fyri Fólkaflokkin.

At valið fall á ein mann, fylgir ásetingunum í javnstøðulógini um, at allar almennar nevndir, ráð, umboð og líknandi skulu vera sett soleiðis saman, at umleið eins nógvir limir av báðum kynum hava umboðan, skrivar Almannamálaráðið.

Nevndin, sum nú situr, varð mannað 11. mars 2020, og hevur skipað seg við Kristinu Gry Berg sum forkvinnu og Ólavi í Geil sum næstformanni. Hinir limirnir eru Maud Poulsen, Petur Martin Hansen, Andrias Jacobsen, Dorit Hansen, Marna Jakobsen, Helena Fríðheim og Anita Fuglø.

Í nevndini fyri Demokratia sita umboð úr hvørjum flokki á Løgtingi, eitt umboð fyri Kommunufelagið, eitt umboð fyri Kvinnufelagssamskipan Føroya og eitt umboð fyri Javnstøðunevndina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Fríggjadag 3. mai
Vikuskiftið 3 mei 2024
174604
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444