Nú eru givin fleiri enn 100.000 prik

Nú eru givin fleiri enn 100.000 prik
Í gjár vóru 221 fólk koppsett fyri koronu, og tilsamans eru 100.068 koronukoppsetingar gjørdar
 
12.01.2022 - 11:10

Nú eru fleiri enn 100.000 prik givin í sambandi við koronukoppseting í Føroyum. 

Í gjár vóru 221 fólk koppsett fyri koronu, og tilsamans eru 100.068 koronukoppsetingar gjørdar.  

Tað svarar til 265 koppsetingar um dagin, síðani fyrsta fólkið var prikað 30. desember 2020. 

Av teimum yvir 100.000 koppsetingunum hava 41.529 fólk fingið fyrra prikið.  

Eitt vet færri, 40.695 fólk, hava fingið seinnu koppsetingina, og 17.843 hava fingið trý prik. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
Vikuskiftið 3 mei 2024
174604
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Fríggjadag 3. mai
«Alt mítt er títt, og títt er mítt»
174541
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444