SSL: Eingin busskoyring, og bara Teistin siglir

SSL: Eingin busskoyring, og bara Teistin siglir
Hjá Strandfaraskipum landsins liggur tað mesta lamið, og tað er bara Teistin, ið siglir, og eingin busskoyring er
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.01.2022 - 07:32

Veðrið er enn sera ringt, og tað ávirkar virksemið hjá SSL, ið liggur meir ella minni lamið. 

"Alt liggur stilt hjá okkum, og tað er bara Teistin, ið siglir," sigur Marin Gaardlykke, ferðslusamskipari. 

Eingin busskoyring er yvirhøvur, og tað er óvist, hvussu tað verður við hinum Oyggjaleiðunum, sigur ferðslusamskiparin. 

Fólk kunnu kunna seg nærri um støðuna á ssl.fo

ssl

 

Mæla fólk frá at koyra í Havn

Politiið mælir fólki í Havn og har um leiðir frá at fara út at koyra í morgun, tí allir vegir eru ikki ruddaðir enn.

Nógvir skaðar hava verið í illveðrinum, og teir hava verið um alt landið, millum annað í Fuglafirði, á Eiði og í Sørvági.

Tekjan á Glæmuni í Kvívík reiv um hálvgum tíggju í gjárkvøldið.

 

Breyt beinið

Ein maður breyt beinið, tá hann fekk eina hurð á seg.

Nakrir bilar eru tiknir av vindinum og farnir av vegnum, tí hált er. Men eingin fólkaskaði hendi.

Oman fyri Hov gleið ein bussur av vegnum og endaði fýra metrar frá vegnum - á hjólunum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. mai
Ein ræningardagur undir oynni í Skúgvoy
175896
Fríggjadag 31. mai
Breddin: Verkfallið herðist
175889
Fríggjadag 31. mai
Morgunlestur fríggjadagur 31. mai 2024
175685
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Nýggjastu sendingar í SV