Sløkkiliðið í Havn: Tendrið hasardljósini, hitan og útvarpið, vit eru á veg

Sløkkiliðið í Havn: Tendrið hasardljósini, hitan og útvarpið, vit eru á veg
Nógv fólk sita føst í bilum í Havn í løtuni. Heini Østerø, leiðari á Sløkkiliðsstøðini í Havn, vissar um, at teir eru á veg at hjálpa
Savnsmynd
 
04.01.2022 - 08:40

Politiið mælti tíðliga í morgun fólki frá at fara út at koyra í ringa kavastorminum í løtuni, men ikki øll tóku ráðini til sín. 

Úrslitið er, at nógvir bilar standa fastir í kavanum, eitt nú uppi við kirkjuna í Hoyvík. 

Heini Østerø, leiðari á Tórshavnar sløkkiliði, sigur við Góðan morngun Føroyar, at rættiliga nógvir fólk hava koyrt seg føst í Havnini. 

"Her er ein lang kø, og vit gera alt tað, ið vit kunnu, fyri at koma fólk til hjálpar," sigur Heini Østerø. 

Sløkkiliðsleiðari biður fólk tendra hasardljósini, hitan í bilinum og so útvarpið, sum fylgir við støðuni. 

"Men um bilurin blívur kaldur, og fólk ikki hava tað gott, so mugu tey ringja til 112," sigður Heini Østerø, leiðari í Tórshavnar sløkkiliði. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. mai
Ein ræningardagur undir oynni í Skúgvoy
175896
Fríggjadag 31. mai
Breddin: Verkfallið herðist
175889
Fríggjadag 31. mai
Morgunlestur fríggjadagur 31. mai 2024
175685
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. mai
Veðrið
175907
Fríggjadag 31. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175867
Hósdag 30. mai
Sært tú fuglin? (2:3)
175831