Eitt ár síðani fyrsta prikið í Danmark

bannari
Eitt ár síðani fyrsta prikið í Danmark
- Koppsetingin hevur verið eitt sera týdningarmikið amboð til at tálma avleiðingarnar av hesi farsóttini, sigur Tyra Grove Krause, fakligur stjóri hjá Serumsstovninum, við TV2
- Koppsetingin hevur verið eitt sera týdningarmikið amboð til at tálma avleiðingarnar av hesi farsóttini, sigur Tyra Grove Krause, fakligur stjóri hjá Serumsstovninum, við TV2
Mynd: Scanpix  
 
27.12.2021 - 12:45

Í dag er júst eitt ár síðani fyrsta koppsetingin fyri Covid-19 varð gjørd í Danmark.

Síðani tá eru meir enn 11 milliónir koppsetingar gjørdar, og 4,5 milliónir danir hava fingið tvey prik og eru tískil liðugt koppsettir.

Tað skrivar TV2 í dag.

- Koppsetingin hevur verið eitt sera týdningarmikið amboð til at tálma avleiðingarnar av hesi farsóttini, sigur Tyra Grove Krause, fakligur stjóri hjá Serumsstovninum, við TV2.

 

Færri innleggingar

Hetta grundar hon á, at sjálvt um smittutølini eru tríggjar ferðir so høg sum fyri einum ári síðani, eru færri innløgd á sjúkrahúsini.

Og helvtin av teimum, sum liggja á intensivu deild, eru ikki koppsett, so tað er einki at ivast í, at koppsetingin verjir móti álvarsligum avleiðingum av Covid-19, sigur Tyra Grove Krause.

Hon sigur, at myndugleikarnir eisini hava lært nakað hetta seinasta árið.

 

Neyðugt við triðja priki

Til dømis, at tað bleiv neyðugt við einum triðja priki, og at koppsetingin ikki heldur so øgiliga leingi. Koppsetingin hevur heldur ikki megnað at fyribyrgja smittuútbreiðslu, men tað var hon heldur ikki gjørd til, vísir Tyra Grove Krause á.

Fyrsta koppsetingin fyri Covid-19 í Føroyum varð gjørd 30. desember í 2020.

Seinasta dagføringin á korona.fo frá 22. desember vísir, at 75,4 prosent av samlaða fólkatalinum í Føroyum hava fingið annað prikið og eru harvið liðugt koppsett.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216