Koronutilmælini galdandi til 2. januar

Koronutilmælini galdandi til 2. januar
Løgmansskrivstovan boðar í dag frá, at koronutilmælini, sum í fyrsta umfari vóru galdandi í 14 dagar til og við tollaksmessudag, verða longd og galda nú til og við sunnudagin
Verandi koronutilmæli vera nú galdandi til 2. januar
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.12.2021 - 13:09

"Smittustøðan, serliga í Danmark, er ørkymlandi, og ábendingar eru um, at henda gongdin skjótt kann fara at síggjast í Føroyum," skrivar løgmansskrivstovan.

Tí vera koronutilmælini longd, so tey eru galdandi til 2. januar. 

Koronutilmælini eru í løtuni, at í mesta lagi 100 fólk kunnu savnast við koronapass og 20 fólk uttan koronapass.

Skeinkistøð og matstovur eiga at lata aftur kl. 23.

Øll ferðandi skulu í heimauppihald til svar uppá kanning annan dag eftir komu.

Og at vit skulu vísa varsemi, tá ið vit fara til handils.

Kreppuráðið er kallað saman seinnapartin at umrøða støðuna.

Í kreppuráðnum eru aðalstjórarnir í ráðunum, kommunurnar, Arktisk Kommando og fútin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. juni
Jambalaja - 010624
175948
Leygardag 1. juni
Upp á tá - 310524
175947
Leygardag 1. juni
Morgunlestur leygardagur 1. juni 2024
175694
Fríggjadag 31. mai
Vikuskiftið 31 mei 2024
175919
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. mai
Veðrið - teknmálstulkað
175931
Fríggjadag 31. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175930
Fríggjadag 31. mai
Veðrið
175907
Fríggjadag 31. mai
Fótbóltur: Føroyar - Andorra
175932
Fríggjadag 31. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175867