Annika og Johan í bíðistøðu

Annika og Johan í bíðistøðu
Annika Olsen úr Fólkaflokkinum, sum fekk ein avgerðandi leiklut við 2. viðgerð av uppskotunum um sammóður, verður nú skumpað úr løgtinginum av sínum egnu
Meðan vit bíða. Annika Olsen og Johan Dahl
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.12.2021 - 13:20

Tveir av lyklapersónunum í málinum um sammóðir standa og bíða eftir at tingfundurin skal byrja. 

Johan Dahl og onnur tingfólk í Sambandflokkinum sleppa nú at atkvøða frítt eftir egnari sannføring í málinum, segði løgmaður í útvarpstíðindunum á middegi. 

Annika Olsen í Fólkaflokkinum, sum atkvøddi við andstøðuni til 2. viðgerð, verður nú skumpað úr løgtinginum, tí bæði Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleysdóttir hava sagt landsstýrissessirnar í fiskivinnu- og almannamálum frá sær og taka aftur sæti í løgtinginum. 

Hetta gera tey í eini roynd at fella uppskotini um sammóður og at bjarga samgonguni. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216