Nú verður kannað við markið

bannari
Nú verður kannað við markið
Í fyrstu syftu verður kannað frá 16.desember til og við 31.januar, sigur Farsóttarnevndin
Savnsmynd
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.12.2021 - 09:27

Fólk, sum koma til Føroya eftir nýggjár, skulu gjalda landinum 250 krónur fyri koronukanning við markið.

Hetta er galdandi fyri 12 ára gomul ella eldri.

Í fyrstu syftu verður kannað frá 16.desember til og við 31.januar, sigur Farsóttarnevndin.

Lógaruppskotið sigur, at koronukanningar kunnu krevjast til og við 31. mars. 

 

Kanningarnar bíligari eftir nýggjár

Flutningsfyritøkurnar skulu tryggja, at landskassin fær pengarnar. Eisini fyri ferðaseðlar, sum longu eru seldir.

Tær kunnu eisini krevja ómaksgjald.

Tá slíkar kanningar vóru gjørdar í fjør og fyrr í ár var avgjaldið 312 krónur. Tað fer harvið at kosta 62 krónur minni, tá koronukanningarnar við markið byrjað aftur eftir nýggjaár. 

Løgtingið skal viðgera og avgreiða uppskotið í dag. Frávik er givið frá øllum tíðarfreistum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. mai
Ein ræningardagur undir oynni í Skúgvoy
175896
Fríggjadag 31. mai
Breddin: Verkfallið herðist
175889
Fríggjadag 31. mai
Morgunlestur fríggjadagur 31. mai 2024
175685
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. mai
Veðrið
175907
Fríggjadag 31. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175867
Hósdag 30. mai
Sært tú fuglin? (2:3)
175831