Bjóða ellisheimið í Leynum út í vár

Bjóða ellisheimið í Leynum út í vár
Pláss verður fyri 16 røktarsjúklingum og fólki, sum hava demens
Lendisarbeiðið, har ellisheimið í Leynum skal standa, er liðugt. Ellisheimið verður oamn fyri gamla skúlan í Leynum.
Mynd: Kvívíkar kommuna  
 
07.12.2021 - 10:50

Tíðliga næsta vár er ætlanin at bjóða út ellisheimið, sum skal byggjast í Leynum.

Lendisarbeiðið er liðugt. Tað gjørdi smápartafelagið Grettir. Arbeiðið byrjaði fyrst í hesum árinum. 

Tilboðið hjá Gretti var ein millión og 113.650 kr.

Ellisheimið verður í tveimum hæddum, sum hvør verður 600 fermetrar.

16 røktarheimspláss

Í heiminum verður pláss fyri 16 røktarsjúklingum og fólki, sum hava demens.

Kvívíkar kommuna keypti góðar 11.200 fermetrar av jørð frá Búnaðarstovuni fyri eina millión krónur, ella fyri 89 kr. fermeturin.

Ellisheimið verður oman fyri gamla skúlan í Leynum.

Í heiminum verður pláss fyri 16 røktarsjúklingar og fólk, rakt av demens.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV