Løgmaður væl nøgdur við NATO-fund

Løgmaður væl nøgdur við NATO-fund
Grundarlagið fyri at røkja og verja føroysk áhugamál í trygdar- og verjumálum er styrkt, heldur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sum í gjár var á vitjan í NATO-høvuðssætinum
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og Jens Stoltenberg, NATO-aðalskrivari
 
13.11.2021 - 15:11

Endamálið við vitjani hjá løgmanni var at fáa kunning og innlit í trygdar- og verjumál í breiðum høpi.

“Vit fingu undirbygt fatanina av, at strategiska støðan hjá Føroyum í Norðuratlantshavi er sera týdningarmikil. Áhugin fyri okkara øki er nógv øktur, og hetta setur nýggj krøv. Eg vænti, at trygdar- og verjumál fara at fylla meira í føroyskum politikki í framtíðini, og ein týðandi liður í at fyrireika okkum til framtíðina, er at fáa neyðugu vitanina og innlitið til vega, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Á vitjanini hitti løgmaður Jens Stoltenberg, NATO-aðalskrivara. Teir skiftu millum annað orð um framtíðar avbjóðingarnar hjá NATO og um trygdarpolitisku viðurskiftini um okkara leiðir.

Løgmaður var eisini á fundi við tveir varaaðalskrivarar, umframt NATO sendiharrarnar hjá USA, Kanada, Stórabretlandi, Noregi, Íslandi og Danmark.

Trygdar- og verjumál eru felagsmál, sum ríkismyndugleikarnir formliga varða av. Nýggja samstarvsráðið, sum Danmark, Føroyar og Grønland hava sett á stovn, skal tryggja Føroyum størri innlit og ávirkan á trygdar- og verjupolitisku viðurskiftini, stendur í tíðindaskrivi frá løgmansskrivstovuni.

NATO varð stovnað í 1949 og hevur í dag 30 limalond.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. mai
Vikuskiftið 31 mei 2024
175919
Fríggjadag 31. mai
Ein ræningardagur undir oynni í Skúgvoy
175896
Fríggjadag 31. mai
Breddin: Verkfallið herðist
175889
Fríggjadag 31. mai
Morgunlestur fríggjadagur 31. mai 2024
175685
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. mai
Veðrið - teknmálstulkað
175931
Fríggjadag 31. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175930
Fríggjadag 31. mai
Veðrið
175907
Fríggjadag 31. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175867
Hósdag 30. mai
Sært tú fuglin? (2:3)
175831