Leiðslan í Kringvarpinum

Um KVF
Leiðslan í Kringvarpinum
Katrin Petersen, Barbara Samuelsen, Jákupa Mikkelsen, Ivan Hentze Niclasen og Kári Poulsen
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.11.2021 - 08:39

Sum einasti almenni miðlastovnur í landinum verða serlig krøv sett til Kringvarpið. Millum annað skulu vit framleiða og miðla hóskandi og álítandi tilfar til allar samfelagsbólkar á ymiskum miðlapallum, og vit skulu varpa ljós á og elva til kjak um viðkomandi samfelagsviðurskifti. 
Tað hevur týdning, at leiðslan í Kringvarpinum á professionellan hátt gongur á odda í tráanini eftir at liva upp til hesi krøv og vísir ábyrgd og trúfesti í framleiðslu stovnsins, so kringvarpsbrúkarar kunnu hava álit á Kringvarpinum. Samstundis hevur tað týdning, at leiðslan við virðiligari atferð torir at elva starvsfólkum til at vera slóðbrótandi, bjóða av og ganga á odda í føroyska miðlaheiminum.

Ivan Hentze Niclasen, stjóri

Ivan Hentze Niclasen tók við sum stjóri í Kringvarpi Føroya í 2018. Hann hevur áður starvast sum m.a. tíðindaleiðari, programmleiðari og mentanarstjóri í Sjónvarpi Føroya. Eisini hevur hann verið programmleiðari í Kringvarpinum.

Útbúgving: Cand.mag. í søgu; M.A. in Globalization and Integration.

Jákupa Mikkelsen, fyrisitingarleiðari

Jákupa Mikkelsen tók við sum fyrisitingarleiðari í Kringvarpinum tann 1. apríl 2013. Frammanundan hevur hon starvast sum skattagrannskoðari í Keypmannhavnar kommunu, grannskoðari hjá Spekt og fíggjarfulltrúi á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði.

Útbúgving: Cand.merc.aud.


Katrin Petersen, tíðindaleiðari 

Katrin Petersen kom í starv sum leiðari á Aktuelt-deild Kringvarpsins í januar 2024.

Hon hevur áður verið journalistur, vertur og redaktørur í Kringvarpinum og eisini røkt somu uppgávur í Sjónvarpi Føroya. Harumframt hevur hon virkað sum leiðari á tíðindadeild og mentanardeild í sjónvarpinum.

Katrin er útbúgvin journalistur frá Danmarks Journalisthøjskole og master í samfelagsvísindum frá Fróðskaparsetri Føroya.

Barbara Samuelsen, mentanarleiðari

Barbara Samuelsen hevur verið leiðari fyri mentanardeildina síðan 2013. Hon hevur áður starvast sum blaðstjóri á Kvinnu, sum leiðari fyri dokumentardeildina í Kringvarpinum og sum stjóri á Visit Tórshavn. 

Útbúgving: BA í Communication Studies and Sociology frá Goldsmiths College, University of London. Cand. Comm. frá RUC.

Kári Poulsen, tøknileiðari

Kári Poulsen tók við sum deildarleiðari á Teknisku Deild í 2020. Hann hevur áðrenn hetta starvast sum KT-leiðari í Kringvarpinum, og áðrenn tað á Føroya Tele og Formula.

Útbúgving: MSC SE, University of Liverpool.

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. mai
Vikuskiftið 31 mei 2024
175919
Fríggjadag 31. mai
Ein ræningardagur undir oynni í Skúgvoy
175896
Fríggjadag 31. mai
Breddin: Verkfallið herðist
175889
Fríggjadag 31. mai
Morgunlestur fríggjadagur 31. mai 2024
175685
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. mai
Veðrið - teknmálstulkað
175931
Fríggjadag 31. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175930
Fríggjadag 31. mai
Veðrið
175907
Fríggjadag 31. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175867
Hósdag 30. mai
Sært tú fuglin? (2:3)
175831

Um kvf css