Fleiri ætlaðu at keypa sama skip, um teir fingu kvotu

Fleiri ætlaðu at keypa sama skip, um teir fingu kvotu
Sama skip gekk aftur í nøkrum av teimum 14 umsóknunum, sum Fiskimálaráðið fekk um ítøkiligt skipakeyp til at fiska uppsjóvarfisk til vinnuligar royndir og verkætlanir
Tilvildarlig savnsmynd
 
02.11.2021 - 07:01

Nakrir umsøkjarar kundu keypa sama skip, um teir fingu kvotu.

Í einum føri keypti umsøkjari, sum fekk kvotu, skipið, sum ein annar umsøkjari, sum ikki fekk kvotu, kundi keypa.

Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, í enn einum svari til Høgna Hoydal, løgtingsmann, um kvoturnar til vinnuligar royndir og verkætlanir.

Umsitingin í Fiskimálaráðnum innstillaði fimm umsóknir.

 

Ango og Gráastein fingu kvotu

Tvær fingu kvotu frá landsstýrismanninum, tann frá Ango í Vági og tann frá Gráasteini í Havn. 

Sambært landsstýrismanninum vóru eginfígging og royndir avgerandi, tá hann læt kvoturnar.

Í teimum fimm umsóknunum, sum umsitingin innstillaði, var eginpengurin úr einari millión upp í 20 miliiónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 22. mai
Skratsj tann 22. mai 2024
175432
Mikudag 22. mai
Morgunlestur mikudagur 22. mai 2024
175330
Mikudag 22. mai
LEITISSTEIN 21.05.2024 (Týr)
175393
Týsdag 21. mai
Samværi 036 - at útseta
175144
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175403
Týsdag 21. mai
Veðrið
175373
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066