Blóðroynd kann nú staðfesta um krabbameinið er komið aftur

Blóðroynd kann nú staðfesta um krabbameinið er komið aftur
Fyrrverandi krabbameinssjúklingar kunnu frameftir helst bara taka eina blóðroynd fyri at kanna, um krabbamein er komið aftur ella ikki. Tað vísir nýggj donsk gransking
Donsk gransking vísir, at blóðroyndir kunnu brúkast til at staðfesta, um krabbameinið er komið aftur
Mynd: shutterstock.com  
 
18.10.2021 - 10:49

Blóðið hjá krabbameinssjúklingum kann siga heilt nógv um vavið og gongdina á sjúkuni.

Smá krabbameins-dna eru í blóðnum, sum ferðast runt í kroppinum.

Granskarar eru komnir rættiliga langt við at brúka hesa vitanina í viðgerðarroyndum ymsastaðni í Danmark.

Annarhvør krabbameinssjúklingur gerst sjúkur aftur eftir skurðviðgerð og kemoviðgerð. Tað eru hesi fólkini, sum kunnu finnast nógv skjótari við eini einfaldari blóðroynd. Við eini blóðroynd verður ikki neyðugt at bíða í mánaðir ella ár eftir at verða skannað, sum síðan kann vísa, um krabbameinið er komið aftur ella ikki.

Kåre Andersson Gotschalck, yvirlækni á skurðdeildini í Horsens og kliniskur lektor við Aarhus Universitet, sigur, at um hetta verður mátin frameftir, er talan um eitt veruligt paradigmuskifti í krabbameinsviðgerð í Danmark.

"Hetta broytir hugsanarháttin viðvíkjandi krabbameini. Fyri sjúklingar kann hetta merkja, at viðgerðin verður meira miðvís og úrslitagóð," sigur Kåre Andersson Gotschalck við DR.dk.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. mai
Ein sangur um frælsi (1:5)
174575
Mikudag 8. mai
Góðan morgun Føroyar
174807
Mikudag 8. mai
Morgunlestur mikudagur 8. mai 2024
174297
Týsdag 7. mai
Góðan morgun Føroyar
174745
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537