Vilja ikki hava filmsgrunn aftrat verandi skipanum

Vilja ikki hava filmsgrunn aftrat verandi skipanum
Samgongan tekur ikki undir við uppskotinum hjá Tjóðveldi
Samgongan vil ikki hava eina stuðulsskipan aftrat til film.
 
09.10.2021 - 09:50

Samgongan hevur onga ætlan um at stovna nakra nýggja skipan, ella grunn, til filmsvinnuna, men heldur vil samgongan styrkja verandi skipanir, stuðulsjáttanina og afturberingina.

Tað siga samgongufólkini í Mentanarnevndini hjá løgtinginum.

Tey taka ikki undir við uppskotinum hjá Tjóðveldi um at stovna ein filmsgrunn.

Tey siga eisini, at í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2022, eru 100.000 kr. aftrat til at stuðla filmsgerð.

Stuðul og afturbering

Í ár eru 2,9 milliónir almennar krónur til film.

Afturberingarskipanin hevur 200.000 kr.

Meirilutin í Mentanarnevndini, sum er andstøðan, tekur undir við uppskotinum um filmsgrunn.

Sambært uppskotinum skal grunnurin fáa í minsta lagi hálva millión um árið, til hann hevur 10-12 milliónir krónur at lata um árið.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216