Vindmyllur: Byggisamtyktin fyri Flatnahaga verður broytt

Vindmyllur: Byggisamtyktin fyri Flatnahaga verður broytt
Nú er eftir at fáa byggiloyvi, og ætlanin er at seta myllurnar upp í mai næsta ár
Ætlanin er at seta vindmyllurnar upp í Flatnahaga í mai næsta ár.
 
06.10.2021 - 12:53

Í gjár fekk Magn at vita, at Umhvørvis- og Vinnumálaráðið, sum umsitur kommunumál í landsstýrinum, hevur góðkent broytingina í byggisamtyktini fyri Flatnahaga.

Nú er so eftir at fáa byggiloyvi frá Tórshavnar kommunu, og so kann arbeiðið at seta upp seks vindmyllur byrja.

Magn og Lív eiga verkætlanina.

Sjálvar myllurnar vera ikki settar upp fyrr enn í mai næsta ár. Men byggibúgvingin byrjar, so skjótt byggiloyvi fæst, sigur Finn Jakobsen, stjóri í Magni.

Tær seks myllurnar kunnu gera 18 megavatt, sum svara til streymin hjá 12.800 sethúsum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949