Bara tveir menn vóru við Eivindi

Bara tveir menn vóru við Eivindi
Manningarskjalið hjá skipinum sigur, at manningin skal vera í minsta lag seks fólk
Sjóvinnustýrið hevur ikki tikið støðu til, um tað, sum kemur fram í frágreiðingini frá skaðanevndini um Eivind, skal latast fútanum.
 
24.09.2021 - 10:04

Bara tveir menn vóru við Eivindi, tá hann sigldi á Flesjarnar 2.august.

Manningarskjalið hjá skipinum sigur, at minst seks fólk skulu vera í manningini.

Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum, sigur, at enn er ikki gjørt av, um hetta skal latast fútanum, tí talan er um brot á manningarlógina.

Heldur ikki er ikki greitt enn, um annað í frágreiðingini hjá donsku skaðanevndini gevur Sjóvinnustýrinum orsøk til at venda sær til fútan.

Tá uppsjóvarskipið Artic Voyager sigldi á land í Fuglafirði fyrst í november 2019, vóru eisini ov fáir menn við.

Men tað fór ikki til fútan.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216