Býráðið hevur samtykt innkomuvegin til Havnar

Býráðið hevur samtykt innkomuvegin til Havnar
Vegurin er mettur at kosta 288 mió. kr., og landið letur 110 milliónir í stuðli
Tunnilsfelagið hevur gjørt ein part av vegnum, niðan á Sandvíkarhjalla.
 
24.06.2021 - 08:36

Býráðið í Havn hevur samtykt avtaluna við landsstýrið um innkomuvegin frá Eysturoyartunlinum, ein nýggjan uttara ringveg.

Løgtingið hevur ikki góðtikið avtaluna enn, men uppskotið kemur í løgtingið eftir ólavssøku, hevur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sagt.

Vegurin er mettur at kosta 288 mió. kr.

Landið letur 110 milliónir í stuðli.

Við í verkætlanini er tunnil millum Villingardalsvegin og eitt stað vestan fyri hotel Føroyar.  

Tunnilsfelagið hevur gjørt ein part av vegnum, niðan á Sandvíkarhjalla.

So fáar forðingar skulu vera, at hámarksferðin á vegnum kann haldast, og ferðslan verður tarnað minst møguligt.
 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216