Íbúðir ella raðhús í Kollafirði

Íbúðir ella raðhús í Kollafirði
Tórshavnar kommuna fer á býráðsfundi í morgin taka støðu til, um eitt øki á Lygnnesi í Kollafirði skal bjóðast út í fríari sølu
Tórshavnar býráð fer at bjóða øki í Kollafirði í fría sølu til bústaðarbygging, og í sambandi við útboðið verður krav sett um, at tað skulu byggjast íbúðir ella raðhús.
 
22.06.2021 - 15:29

Ætlanin er at byggja raðhús ella íbúðir í Kollafirði. 

Tórshavnar kommuna fer á býráðsfundinum seinnapartin í morgin taka støðu til, um eitt øki á Lygnnesi í Kollafirði skal bjóðast út í fríari sølu, við tí endamáli at byggja bústaðir á ognini. Talan eru um matrikulnummar 203c á Lygnnesi. Ætlanin er at selja 3.600 fermetrar av matrikulinum í fríari sølu. 

Í sambandi við útboðið verður krav sett um, at tað skulu byggjast íbúðir ella raðhús. Tað stendur til tey, sum bjóða, at koma við uppskoti, hvussu byggingin verður skipað, og hvat slag av bústøðum verða bygd.

Eigara- ella leigubústaðir

Bústaðirnir kunnu verða bygdir sum eigara- ella leigubústaðir.

Tilhoyrandi parkering og nøktandi loysnir fyri økið uttanum er partur av loysnini. Kommunan setir sum treyt, at tað er eitt hóskandi tal av bústøðum í verkætlanini. 

Kommunan sigur, at útbjóðingin og sølan verða løgd soleiðis til rættis, at tað verður komið fram til bestu loysnina, sum tryggjar eina fjølbroytta, snøgga og dygdargóða bústaðarloysn, sum tekur seg væl út í umhvørvinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216