Uppskotið tikið aftur - tingfundurin avlýstur

Uppskotið tikið aftur - tingfundurin avlýstur
Tað gevur onga meining at hava tingfund, nú landsstýrismaðurin hevur tikið uppskotið aftur, sigur løgtingsformaðurin
Helgi Abrahamsen, landsstýrsmaður, hevur tikið uppskotið aftur, og tí verður málið ikki viðgjørt meira í tinginum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.06.2021 - 09:38

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum, hevur tikið aftur uppskotið um at lóggeva undantøk fyri ávís størv undir Almannaverkinum, og samstundis er tingfundurin, sum skuldi vera í morgin, avlýstur.

Í brævi til løgtingsformannin sigur Helgi Abrahamsen, at nú semja er gjørd millum Føroya Pedagogfelag øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið hinumegin, verður lógaruppskotið tikið aftur.

Fór í rættarnevndina

Tingið hevði fyrstu viðgerð av uppskotinum fríggjadagin. Málið varð beint í rættarnevndina, sum skuldi hava fund og innkallingar í morgin.

Ætlanin var so at hava tingfund seinnapartin í morgin, har rættarnevndin skuldi leggja álit fram.

Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, sigur í morgun, at nú semja er gjørd, og landsstýrismaðurin hevur boðað frá, at hann tekur uppskotið aftur, gevur tað onga meining at viðgera málið meira í løgtinginum. Tí verður tingfundurin, sum skuldi vera klokkan 16 í morgin, avlýstur.

Myndin varð tikin mikudagin, tá Jógvan á Lakjuni fekk lógaruppskotið frá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni, at leggja fram. Nú er uppskotið tikið aftur.

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. mai
Sært tú fuglin? (1:3)
175150
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958