- Tíðindi, mentan og ítróttur
Helgi Abrahamsen kemur í útvarpsstovuna
Helgi Abrahamsen kemur í útvarpsstovuna
Nú verður gitt, at landsstýrið fer at leggja upp í verkfallið. Landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum verður í tíðindunum klokkan 17.
14.06.2021 - 16:34
Av tí at leiðslan í Almannaverkinum hevur boðað frá, at verkfallið hjá pedagogunum ger støðuna á bústovnum undir Almannaverkinum álvarsama, verður gitt, at landsstýrið fer at koma í tingið við uppskoti, sum skal steðga verkfallinum.
Almannaverkið hevur fingið greitt at vita frá Pedagogfelagnum, at fleiri undantøk verða ikki givin, og tí kann standa um lív og heilsu, sigur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum.
Almannaverkið hevur inniliga heitt á partarnar um at finna eina loysn á sáttmálatrætuni.
Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum, kemur í útvarpsstovuna til tíðindini klokkan 17, og tá verður hann spurdur, um landsstýrið ætlar at leggja upp í verkfallið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV