Gera sendirøð um kongshúsið og Føroyar

Gera sendirøð um kongshúsið og Føroyar
Fyrsti partur verður sendur á DR1 24. mai
Margretha drotning og Fríðrikur krúnprinsur eru høvuðspersónarnir í nýggjari sjónvarpssendirøð um søguliga sambandið millum kongshúsið og Føroyar
Mynd: Liselotte Sabroe  
 
07.05.2021 - 11:40

Søguliga sambandið millum Føroyar og kongshúsið er útgangsstøðið í eini nýggjari sendirøð, sum Danmarks Radio hevur sett á skránna seinni í hesum mánaðinum.

Høvuðspersónarnir í sendirøðini eru Margretha drotning og Fríðrikur krúnprinsur.

Margretha drotning fer at greiða frá søguliga sambandinum millum kongshúsið og Føroyar, meðan eitt sjónvarpslið hevur fylgt Fríðriki krúnprinsi á ferð í Føroyum. 

Kavar og ruddar plast

Á ferðini fylgir sjónvarpsliðið krúnprinsinum, meðan hann kavar í einum taraskógi, ruddar plast saman við umhvørvisfólki, fær mat til vega við einum Michelin-kokki, tosar við Trónd Patursson um glaslist og er á heimakonsert við Gretu Svabo Bech, skrivar Danmarks Radio.

Fyrsti parturin av sendirøðini, sum hevur fingið heitið Kongehuset på Færøerne, verður sendur 24. mai á DR1 og DR TV.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. mai
Sært tú fuglin? (1:3)
175150
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958