Sverri silvur í EM í einskullara

Sverri silvur í EM í einskullara
Tað eydnaðist ikki Sverra Sandberg Nielsen at vinna EM í einskullara. Miðvingurin mátti taka til takkar við 2. plássi aftanfyri Oliver Zeidler
 
11.04.2021 - 14:17

Tað eydnaðist ikki Sverra Sandberg Nielsen at verja og vinna europameistarahetið í einskullara í Varese í Italia. 

27 ára gamli miðvingurin endaði á 2. plássi aftanfyri Oliver Zeidler úr Týsklandi, sum lá fremst mestsum allan vegin frá byrjan til mállinjuna.

Sverri Sandberg Nielsen byrjaði væl og skiftist um at liggja fremst við Oliver Zeidler og Kjetil Borch úr Noreg.

Komin hálvegis kom Stefanos Ntouskos upp á triðja pláss, og Sverri Sandberg Nielsen og grikkin kappaðust um silvurheiðursmerkið restina av róðrinum. 

Ein kapping, sum Sverri Sandberg Nielsen at enda vann sannførandi.

Men Zeidler fekk miðvingurin einki gjørt við á hesum sinni.

Sverri Sandberg Nielsen hevur sagt, at Olympisku leikirnir eru heilt stóra málið í ár, og at hann er í tungari venjing í løtuni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. mai
Ein sangur um frælsi (1:5)
174575
Mikudag 8. mai
Góðan morgun Føroyar
174807
Mikudag 8. mai
Morgunlestur mikudagur 8. mai 2024
174297
Týsdag 7. mai
Góðan morgun Føroyar
174745
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537