Burn-deildin: Neistin hevur knívin á barkanum

Burn-deildin: Neistin hevur knívin á barkanum
Um Neistin vinnur aðru hálvfinaluna móti VÍF, skal triði og avgerandi dysturin spælast mikukvøldið. Um ikki, eru vestmenningar í finalunum
Neistin skal vinna móti VÍF í kvøld, um FM-vónin ikki skal bresta
 
05.04.2021 - 15:32

Neistin er undir trýsti undan aðru hálvfinaluni móti VÍF í Burn-deildini í kvøld. 

Havnafelagið, sum seinast vann FM í 2011, skal vinna dystin í høllini á Hálsi, um vónirnar um eitt nýtt føroyameistaraheiti ikki skulu bresta.

Vinnur Neistin í kvøld, verður avgerandi hálvfinala millum liðið mikukvøldið.

Vestmenningar flúgvandi

Í fyrstu hálvfinaluni var eingin ivi um, at VÍF var betra liðið. Vestmenningar vunnu heili 35-25, og hava tí sálarliga yvirtakið í kvøld.

Men yvirtakið er ikki størri enn so, enn at um Neistin vinnur - um tað so er við einum málið ella 20 - so skal avgerandi dystur spælast. 

Málmunur telur nevniliga ikki í hálvfinalunum.

Dysturin byrjar kl. 19.00, og Kringvarpið stroymir dystin á kvf.fo frá klokkan 18.50.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Mikudag 1. mai
Morgunlestur mikudagur 1. mai 2024
174291
Mikudag 1. mai
LEITISSTEIN 30.04.2024 (Hamradun)
174433
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418