Trivnaðarnevndin tekur undir við bústaðarpakkanum

Trivnaðarnevndin tekur undir við bústaðarpakkanum
Nevndin hevur kortini býtt seg sundur í ein meiriluta og ein minniluta
Meirilutin í Trivnaðarnevndini sigur, at landsstýrisfólkið kann loyva Húsalánsgrunninum at fara undir verkætlanir einsamallur, um eingin áhugi er hjá íleggjarum at vera við
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.03.2021 - 10:16

Øll í Trivnaðarnevndini taka undir við uppskotinum hjá landsstýrinum um bústaðarpakkan, men nevndin hevur kortini býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta, tí tey hava uppskot um onkrar broytingar, sum ikki eru tey somu hjá øllum.

Í meirilutanum eru samgongufólkini.

Í minnilutanum eru Javnaðaðarflokkurin og Tjóðveldi.

Um tær 450 milliónir krónurnar, sum Húsalánsgrunnurin kann lána, nevnir minnilutin, at 250 milliónir krónur skulu brúkast til at fíggja bústaðabygging kring landið. 

Landið er ein heild

Men landið er ein heild, og ikki býtt í øki, har treytirnar eru ymiskar, um grundarlag er fyri kapping. 

Viðvíkjandi serligum málbólkum skal landsstýrisfólkið og Húsalánsgrunnurin gera avtalu um, hvørjar bústaðaverkætlanir skulu gerast. Minnilutin mælir frá at broyta stýrið hjá Bústøðum, so fimm stýrislimir vera í staðin fyri tríggir.

Meirilutin sigur, at landsstýrisfólkið kann loyva Húsalánsgrunninum at fara undir verkætlanir einsamallur, um eingin áhugi er hjá íleggjarum at vera við, ella trupult er at fáa semju við íleggjarar.

Trivnaðarnevndin viðgjørdi málið á sjey fundum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. mai
Góðan morgun Føroyar
175168
Hósdag 16. mai
Morgunlestur hósdagur 16. mai 2024
174856
Mikudag 15. mai
Morgunlestur mikudagur 15. mai 2024
174855
Mikudag 15. mai
LEITISSTEIN 14.05.2024
175079
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. mai
Sært tú fuglin? (1:3)
175150
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958