Lata eisini veðurlagsvirðisløn í ár

Lata eisini veðurlagsvirðisløn í ár
Virðislønin, sum er 25.000 krónur, verður handað á aðalfundinum hjá Lærarfelagnum í mai
Eysturskúlin fekk veðurlagsvirðislønina í fjør
 
25.01.2021 - 10:08

Veðurlagsvirðislønin hjá Lærarafelagnum verður eisini latin í ár. Umsóknarfreistin er til 14.apríl.

Virðislønin, sum er 25.000 krónur, verður handað á aðalfundinum hjá Lærarafelagnum 8.mai, skrivar Skúlablaðið.

Fólkaskúlar og frískúlar kunnu søkja. Veðurlagsvirðislønin var latin fyrstu ferð í fjør. Eysturskúlin í Havn fekk hana. 

Grønmeti og lívrunnið tilfar

Skúlin gevur næmingunum innlit í, hvussu vit kunnu velta okkara egna grønmeti og nýta lívrunnið tilfar til sankutøð.

Veðurlagsvirðisløn Føroya lærarafelags verður latin í samstarvi við Betri og Føroya náttúru- og umhvørvisfelag. 

Veðurlagsvirðislønin verður latin einum skúla, har allur skúlin, ein deild, ein flokkur ella ein bólkur hevur arbeitt við veðurlagsavbjóðingunum, skrivar Skúlablaðið.

Endamálið við virðislønini er at gera vart við veðurlagsavbjóðingar og veðurlagsloysnir í øllum samfelagnum sum heild, serliga í útbúgvingarhøpi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. mai
RagnarRokk 23.mai 2023
174510
Hósdag 23. mai
RagnarRokk: Mark Tornillo um Humanoid
174509
Hósdag 23. mai
Jazzofonin - Ron Carter
175494
Hósdag 23. mai
Lesikrókurin: Hvaðan kom kvinnan
175482
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175403
Týsdag 21. mai
Veðrið
175373
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066