Trivnaðarnevndin viðger bústaðarpakkan í dag

Trivnaðarnevndin viðger bústaðarpakkan í dag
Fyrsta viðgerð var í løgtinginum í gjár. Orðaskiftið var drúgvt, tað vardi í seks tímar
Lógaruppskotið gevur millum annað Bústøðum loyvi til læna 450 mió. kr. at byggja fyri
 
21.01.2021 - 09:49

Trivnaðarnevndin fer longu í dag undir at viðgera bústaðapakkan hjá landsstýrinum.

Í dag fer nevndin at avgera, hvørjar innkallingar skulu gerast, tað er, hvør skal hava fundarboð frá nevndini.

Fyrsta viðgerð var í løgtinginum í gjár. Orðaskiftið var drúgvt, tað vardi í seks tímar.

Lógaruppskotið, sum kom í tingið 8.desember, gevur millum annað Bústøðum loyvi til læna 450 mió. kr. at byggja fyri.

Uppskotið skal eisini eggja privatum íleggjarum at seta pengar í bústaðabygging, tí Bústaðir skulu fáa treytir, sum geva grundarlag fyri kapping og samstarv við privatar íleggjarar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. mai
Sært tú fuglin? (1:3)
175150
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958