Nú verður grundstykkið funnið til Tjóðleikhúsið

Nú verður grundstykkið funnið til Tjóðleikhúsið
Arkitektakappingin byrjar 3.mars. Úrslitið verður kunngjørt 23.juni
Næsta summar verður greitt, hvar Tjóðleikhúsið verður og, hvussu tað skal síggja út.
 
25.12.2020 - 09:15

Fimm ráðgevarar eru undangóðkendir til at finna eina staðseting til Tjóðleikhúsið, upplýsir Landsverk.

Teir skulu eisini vera við í arkitektakapping um tjóðleikhús.

Freistin at koma við uppskoti um staðseting er til 1.februar næsta ár. Staðsetingin verður kunngjørd 2.mars.

og 3.mars byrjar so arkitektakappingin, og hon varar til 2.juni.

Kunngjørt í juni

Uppskotið, sum vinnur, verður kunngjørt 23.juni.

Tjóðleikhúsið verður í Havn.

Seks fyritøkur bóðu um at verða undangóðkendar.

Fimm teirra eru nú undangóðkendar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Sean Long um Self Hell
175031
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Hauptmann um Warriors
175028
Hósdag 30. mai
Jazzofonin 30. mai 2024
175846
Nýggjastu sendingar í SV