Bústaðarpakkin lagdur fram

Bústaðarpakkin lagdur fram
Bústaðir kunnu byggja fyri 450 mió. kr. 125 mió. kr. skulu nýtast til bygging uttan fyri mistaðarøkini
Endamálið við bústaðarpakkanum er eisini at eggja til samstarv millum Bústaðir og privatar íleggjarar, sigur landsstýrið
 
09.12.2020 - 09:06

Bústaðarpakkin hjá landsstýrinum varð lagdur fram í gjár.

Sambært uppskotinum, sum Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna, legði fram, kunnu Bústaðir byggja fyri 450 mió. kr. 

125 mió. kr. fara til bústaðabygging uttan fyri miðstaðarøkini.

Og 200 mió. kr. skulu brúkast til bústaðir til serligar málbólkar, eitt nú búfelagsskapir til fólk við sálarsjúku og lestrarbústaðir.

Endamálið við bústaðarpakkanum er eisini at eggja til samstarv millum Bústaðir og privatar íleggjarar, sigur landsstýrið.

Fyrsta viðgerð verður fríggjadagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949