Valsendingar í Kringvarpinum

bannari
Um KVFTíðindi
Valsendingar í Kringvarpinum
Til løgtingsvalið tann 8. desember eru fleiri valsendingar á skránni bæði í útvarpi og sjónvarpi. Her sæst yvirlit yvir mongu valsendingarnar
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
22.11.2022 - 13:52

Løgtingsvalið verður 8. desember 2022. Valsendingarnar í Kringvarpinum í sjónvarpinum og í útvarpinum byrjaðu mánadagin, tá ið Tingið fór í luftina. 

 

Tingið

Mánadagin var fyrsta valsendingin á skránni, tá ið Sjálvstýri vitjaði Tingið. Í Tinginum verða tvey umboð úr hvørjum flokki tráspurd um vallyfti og valskránna. 

Lurtarar og hyggjarar hava møguleika at senda umboðunum spurningar. Og sum nakað nýtt fáa umboðini høvi at svara innkomnu spurningunum, tá ið sendingin hevur verið í luftini. 

Spurningar og svar eru tøk á heimasíðu okkara. 

Tingið er á skránni mána-, miku- og fríggjadag klokkan 10. Sendingin verður send beinleiðis í útvarpinum og í sjónvarpinum. Hon verður eisini endursend í sjónvarpinum um kvøldið.

 

Val kring landið 

Val kring landið vitjar skúlar í Føroyum, har skipað verður fyri valfundi fyri næmingunum. 

Val kring landið verður sent beinleiðis í útvarpinum og í sjónvarpinum. 

 

Andgletturin 

Andgletturin bjóðar øllum floksforfólkunum ein túr í sjónvarpsstovuna til eitt prát um valskráir og hugsjónir hjá politisku flokkunum. 

Tann flokkurin, sum vitjar Tingið fyrst, er síðstur at luttaka í Andglettinum  og øvugt. 

Fyrsti Andgletturin verður hósdagin 24. november, har forkvinnan í Framsókn er gestur. 

Andglettarnir eru í sjónvarpinum eftir Dag og viku. 

 

Valfundir

Eisini verður skipað fyri trimum stórum, almennum valfundum. Hesir verða hildnir í Hoyvík, á Tvøroyri og í Klaksvík. 

Fyrsti valfundurin verður mikukvøldið 23. november í Lívdini í Hoyvík. Á fyrsta valfundinum vera evnini prísvøkstur, sosiala økið og ríkisrættarliga støðan.

Til almennu valfundirnar eru øll vælkomin at lurta og at seta spurningar. 

Sjónvarpið sendir beinleiðis frá valfundunum. 

 

Skráin

Dagfesting                ÚV: Tingið kl. 10 ÚV: Val kring landið kl. 10 SV: Andglettur kl. 19.30 SV: Almennir valfundir kl. 19
21. nov. (mán.) Sjálvstýri      
22. nov. (týs.)        
23. nov. (mik.) Javnaðarflokkurin     Lívdin, Hoyvík
24. nov. (hós.)   Fiskivinnuskúlin, Vestmanna  Framsókn  
25. nov. (frí.) Fólkaflokkurin   Miðflokkurin  
26. nov. (ley.)        
27. nov. (sun.)       Salt, Tvøroyri
28. nov. (mán.) Sambandsflokkurin   Tjóðveldi  
29. nov. (týs.)   Tekniski Skúli, Klaksvík Sambandsflokkurin  
30. nov. (mik.) Tjóðveldi      
01. des. (hós.)   Miðnámsskúlin í Hovi Fólkaflokkurin  
02. des. (frí.) Miðflokkurin   Javnaðarflokkurin  
03. des. (ley.)        
04. des. (sun.)        
05. des. (mán.)   Fróðskaparsetrið, Tórshavn Sjálvstýri  
06. des. (týs.) Framsókn     Skúlin á Skúlatrøð, Klaksvík
07. des. (mik.)        
08. des. (hós.) LØGTINGSVAL LØGTINGSVAL LØGTINGSVAL LØGTINGSVAL
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta í Gøtu kirkju.
175298
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Andakt við Jógvani Zachariassen
175305
Mánadag 20. mai
Andakt við Derhardi Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297

Um kvf css