Nú er skrivað undir sáttmálan

Nú er skrivað undir sáttmálan
Ætlanin er, at bæði løgtingið og bretska parlamentið skulu góðkenna nýggja sáttmálan í hesum árinum
Emma Hopins, bretsk sendifrú í Keypmannahavn, og Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, skrivaðu undir rammusáttmálan fyrrapartin
 
29.10.2020 - 11:06

Rammusáttmálin um fisk millum Føroyar og Bretland er nú undirskrivaður.

Fyrrapartin skrivaðu Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, og Emma Hopkins, bretsk sendifrú í Keypmannahavn, undir sáttmálan.

Týdningarmestu ásetingarnar í sáttmálanum fevna um atgongd, kvotuflytingar og eftirlitssamstarv. Harumframt er ásett, at bæði londini skulu raðfesta vísindaliga grundaða umsiting av fiskastovnum, og sjøtul verður eisini settur á samstarv um havlívfrøði og umhvørvi.

Øll hesi viðurskifti skulu viðgerast í árligu samráðingunum millum londini.

Søguligur dagur

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur, at hetta er ein søguligur dagur fyri viðurskiftini millum Føroyar og Bretland.

- Sáttmálin er ein varði í okkara felags søgu og eitt stórt framlop í felags royndini at menna samstarvið millum báðar tjóðirnar, sigur hann.

Ætlanin er, at bæði løgtingið og bretska parlamentið skulu samtykkja sáttmálan seinni í ár, og hann verður karmur um alt fiskivinnusamstarv millum Føroyar og Bretland í framtíðini. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Fríggjadag 3. mai
Vikuskiftið 3 mei 2024
174604
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444