Streymnýtslan vaksin sjey prosent í ár

Streymnýtslan vaksin sjey prosent í ár
Minni fekst burturúr vindinum í ár, men meira burturúr vatninum, og í ár er sólorka eisini við í tølunum
Orkan frá sólpallunum í Sumba telja nú eisini við í tølunum hjá SEV
 
21.10.2020 - 12:48

Fyrstu tríggjar ársfjórðingarnar í ár gjørdi SEV sjey prosent meira streym enn somu tíð í fjør.

SEV gjørdi 296 gigawatttímar, sum er tað mesta higartil.

Grøni streymurin var 103,1 GWT. Hetta er eitt vet minni enn í fjør, tá SEV gjørdi 104,5 GWT úr vindi og vatni.

Sólorka eisini við

Minni fekst burturúr vindinum í ár, men meira burturúr vatninum, og í ár er sólorka eisini við í tølunum.

Orsøkin er, at fýra myllur hava ikki malið í nógvar mánaðir, tí tær hava brek. 

Í september var olja brúkt til at gera 58 prosent av streyminum, vatn til 28 prosent, vindur til 14 prosent og 0,04 prosent fingust úr sólini á Krossinum í Sumba.

Sólorkan gav miðal-mánaðar-nýtsluna hjá 38 húskjum í september.  


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. mai
Ein sangur um frælsi (1:5)
174575
Mikudag 8. mai
Góðan morgun Føroyar
174807
Mikudag 8. mai
Morgunlestur mikudagur 8. mai 2024
174297
Týsdag 7. mai
Góðan morgun Føroyar
174745
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537