Palllistafólk stovnað fakfelag

Palllistafólk stovnað fakfelag
Fyribils eru 38 limir í nýggja felagnum
Annfinnur Heinesen er formaður í Palllistafelag Føroya
 
06.10.2020 - 09:22

Palllistafólk hava stovnað fakfelag, Palllistafelag Føroya.

Felagið skal røkja listaligu, starvsligu og upphavsrættarligu áhugamálini hjá limunum, og umboða limirnar í felagskapum og í nevndum og í sáttmálasamráðingum og fíggjarsamráðingum við arbeiðsgevarar.

Felagið skal eisini menna palllistafakligu møguleikarnar og førleikarnar hjá limunum við tvørfakligum samskifti og samstarvi, og arbeiða yvirskipað og langskygt fyri at styrkja støðuna hjá palllistini í samfelagnum.

38 limir

Fyribils eru 38 limir í Palllistafelag Føroya.

Í fyrstu nevnd felagsins eru Annfinnur Heinesen, leikstjóri, Birita Adela Davidsen, operasangari, Edith Dahl Jakobsen, musicalsangari, Jón Thorsteinsson, dramaturgur og rithøvundur, Kristina Sundar Hansen, sjónleikari, Laura Joensen, sjónleikari og Rúna Volmarsdóttir Højgaard, koreografur og dansari.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216