Brimil togar Eivind til Føroya

Brimil togar Eivind til Føroya
Eivind fekk maskintrupulleikar í íslendskum sjógvi
Brimil togar Eivind til Føroya
Mynd: Eliesar Jakobsen, Vørn  
 
28.09.2020 - 09:48

Brimil togar línuskipið Eivind til Føroya.

Leygarmorgunin fekk Eivind maskintrupulleikar í íslendskum sjógvi, har teir hava roynt við línu, og bað Vørn um sleip.

Brimil varð sendur til Íslands at hjálpa, og tá Brimil var komin til Eivind, var Eivind rikin nakað. Hann var staddur 17 fjórðingar sunnan fyri Høfn í Íslandi.

Gott veður

Jan Vang, skipari á Eivindi, sigur við útvarpið, at teir eru staddir 50 fjórðingar úr Mykines, og veðrið er gott. 

Brimil og Eivind vera á Kollafirði í kvøld, har Eivind fer at landa, áðrenn hann fer á sleipistøð.

Havbúgvin hevur fingið loyvi at draga línuna hjá Eivindi.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV