Karelia á veg til fiskiskap í altjóða sjógvi

bannari
Karelia á veg til fiskiskap í altjóða sjógvi
Føroyskir myndugleikar hava staðiliga heitt á skiparan um at fara heim til Russlands, tí 23 av manningini hava koronu
Karelia er farin úr føroyskum sjógvi
Mynd: vesseltracker.com  
 
27.07.2020 - 08:46

Russiski trolarin Karelia er á veg til fiskiskap í NEAFC-økinum, sum er í altjóða sjógvi norðan fyri Føroyar.

Hann er staddur í ein landnyrðing úr Føroyum, og er farin úr føroyskum sjógvi.

Myndugleikarnir í Føroyum hava annars staðiliga heitt á skiparan um at fara heim til Russlands alt fyri eitt, tí tá 30 av teimum 77 monnunum umborð vórðu kannaðir, høvdu 23 teirra koronu.

Tveir russiskir fiskimenn, sum vóru við Kareliu, eru á Landssjúkrahúsinum.

Karelia fór av Fuglafirði leygardagin. Trolarin bunkraði í Fuglafirði.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860
Hósdag 9. mai
Føroyar - Norðurmakadonia (34-27)
174843
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774