Leggja sakarmálsviðgerðina til rættis

Leggja sakarmálsviðgerðina til rættis
Reiðarafelagið stevndi fyri Fiskimálaráðnum, tí manningar skuldu sleppa undan at gjalda tá kvotur vórðu keyptar á royndaruppboðssølu
Reiðarafelagið sigur í stevningini Fiskimálaráðnum, at seld vórðu rættindi fyri smáar 60 milliónir krónur
 
24.06.2020 - 13:42

Reiðarafelagið og Fiskimálaráðið fara seinnapartin í dag í Føroya rætt at leggja til rættis saman við dómaranum, hvussu tvey ára gamal sakarmálið millum partarnar skal avgreiðast í rættinum.

Reiðarafelagið stevndi fyri tveimum árum síðani Fiskimálaráðnum.

Sambært Reiðarafelagnum hevði landsstýrið ikki loyvi til í 2016 og í 2017 at sleppa manningunum undan at gjalda sín part av rokningini, tá kvotur vórðu keyptar á royndaruppboðssølu.

Brot á samráðingarrættin

Reiðarafelagið tvíheldur um, at hetta er brot á frælsa samráðingarrættin. Í 2016 varð partur av kvotunum av uppsjóvarfiski og botnfiski í Barentshavinum seldur á royndaruppboðssølu.

Reiðarafelagið sigur í stevningini Fiskimálaráðnum, at seld vórðu rættindi fyri smáar 60 milliónir krónur. 

Felagið metir, at við galdandi býtisprosenti hevur uppboðssølulógin fyri 2016 flutt virði frá reiðaríunum til manningarnar fyri okkurt um 17,7 milliónir krónur.

Í stevningini vísir Reiðarafelagið á, at í 2017 var støðan meinlík støðuni í 2016. 

Tí tekur felagið fyrivarni fyri at víðka sakarkravið til eisini at fevna um uppboðssølulógina fyri 2017.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Fríggjadag 17. mai
Vikuskiftið 17 mei 2024
175271
Fríggjadag 17. mai
RagnarRokk: Brian Zimmerman um Asylum
175241
Fríggjadag 17. mai
Breddin: Vakmyndatól í amenna rúminum
175238
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216