Møti og jarðarferð á netinum

bannari
Møti og jarðarferð á netinum
Møti og jarðarferð kunnu nú síggjast og hoyrast á netinum
Nú er neyðugt at fara á møti og til jarðarferð á netinum
Mynd: Tilvildarlig mynd  
 
14.03.2020 - 10:06

Trúboðin fer nú at stroyma møti á síni heimasíðu.

Í Tabor á Toftum hava tey góðar royndir við at senda síni møti beinleiðis á netinum, og tí hevur Trúboðin gjørt avtalu við Tabor, sum hevur við sær, at møtini úr Tabor síggjast og hoyrast á trubodin.fo

Lurta eftir jarðarferð

Tilmælini um at avmarka, hvussu nógv fólk kunnu savnast, hevur eisini við sær, at til dømis jarðarferðir verða raktar.

Tað hava tey tikið til eftirtektar í Christianskirkjuni í Klaksvík, har tey stroyma beinleiðis frá jarðarferð klokkan 13 í dag.

Tað ber til hjá fólki at lurta eftir jarðarferðini beinleiðis, boðar Christianskirkjan frá. Leinkið til hesa tænastu finst her.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Uttanduraguðstænasta, Ovari vøllur
175310
Mánadag 20. mai
Andakt við Jógvani Zachariassen
175305
Mánadag 20. mai
Andakt við Derhardi Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283