Kaj Leo skal svara fyrispurningi um sjúkrahúsmálið

Kaj Leo skal svara fyrispurningi um sjúkrahúsmálið
Bjarni Hammer, løgtingsmaður, hevur sett landsstýrismanninum grein 52-fyrispurning
Bjarni Hammer hevur sett Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni, fyrispurning um umsitingina av sjúkrahúsunum
 
18.02.2020 - 16:45

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, skal nú greiða løgtinginum frá, hví umsitingin av játtanunum til tey trý sjúkrahúsini skal vera miðsavnað undi stjóranum á Landssjúkrahúsinum.

Í grein-52 fyrispurningi til landsstýrismannin spyr Bjarni Hammer, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, um talan yvirhøvur er um lógligt virksemi.

Bjarni Hammer vísir á, at í sambandi við bygnaðarbroytingarnar av sjúkrahúsverkinum samtykti Løgtingið, at hvørt sjúkrahús hevði egna játtan og sjálvstøðuga stjórn. 

Alt í stórapott í Havn

- Nú eru boð komin frá Heilsumálaráðnum um, at umsitingin av játtanunum til tey trý sjúkrahúsini skal vera miðsavnað undir stjóranum á Landssjúkrahúsinum, sigur Bjarni Hammer og leggur afturat:

- Hví skal Landssjúkrahúsið nú avgera og góðkenna, hvat játtanin á Suðuroyar sjúkrahúsi og Klaksvíkar sjúkrahúsi skal brúkast til? Er hetta byrjanin til at flyta játtanina í stóra pottin á Landssjúkrahúsinum? Er niðurlaðingin av teimum “smáu” sjúkrahúsinum byrjað, spyr Bjarni Hammer í grein-52 fyrispurningi til Kaj Leo Holm Johannesen.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. mai
Breddin: Vakmyndatól í amenna rúminum
175238
Fríggjadag 17. mai
«Elska tit meg, tá haldið boð míni!»
175214
Fríggjadag 17. mai
Góðan morgun Føroyar
175236
Fríggjadag 17. mai
Morgunlestur fríggjadagur 17. mai 2024
174857
Hósdag 16. mai
RagnarRokk 16.mai 2024
174157
Nýggjastu sendingar í SV