Emil er nú prestur fyri alt landið

Emil er nú prestur fyri alt landið
Í gjárkvøldið varð Emil Olsen, prestur, skipaður í tænastu sum stiftsprestur
Emil Olsen, prestur.
 
02.07.2019 - 12:17

Tað varð gjørt í Kirkjubøar kirkju. Stiftspresturin skal gera tænastu í øllum stiftinum, í øllum landinum.

Afturat kirkjuligu tænastuni í kirkjusóknunum, skal stiftspresturin fara um og fakliga menna fyrisitingarliga partin av gudfrøðini, miðla fakliga kunning, vera við í liturgiskum arbeiði og vera mentor hjá nýggjum prestum.

Eitt dømi er, at stiftspresturin fer at røkja kallið Eystan Múla við sæti á Viðareiði í oktober og november í ár.

Sóknarpresturin har, Jóannes Purkhús, lesur í Týsklandi til doktara í gudfrøði. Emil Olsen var sóknarprestur á Eiði í 35 ár. Jonhard Jógvansson er nú sóknarprestur á Eiði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216