– Vælsignað ikki at luttaka í valstríðnum

bannari
– Vælsignað ikki at luttaka í valstríðnum
Jenis av Rana stillar ikki upp til fólkatingsvalið, og atkvøður heldur ikki
 
05.06.2019 - 17:15

– Tað er vælsignað, ikki at luttaka í valstríðnum til fólkatingsvalið í ár, sigur ein lættaður Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum.

Miðflokkurin stillar ikki upp til fólkatingsvalið í ár. Til seinasta val fekk Miðflokkurin 605 atkvøður, og Jenis av Rana fekk áleið helmingin av atkvøðunum. 

Spurdur um, hvar hann heldur, at miðflokkaatkvøðurnar fara í ár, sigur Jenis av Rana, at hann væntar, at veljarnir fáa sær frí, men hann unnar veljarunum at atkvøða alternativt hesa ferð. 

Sjálvur náddi Jenis av Rana ikki at atkvøða, áðrenn hann fór uttanlands, og vil heldur ikki siga, hvør hann vónar, fær fólkatingssessirnar báðar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431